– Nú skulu vit ígongd!
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at á fíggjarlógini fyri næsta ár skal peningur setast av á fíggjarlógini til tunlar til smábygdir í Føroyum.
Samstundis skal Landsverk skipa eitt lið av arbeiðsfólki, sum skulu gera hesar tunlarnar.
Fyrr hevði Landsverk eitt tunlalið, sum gjørdi teir tunlar, Løgtingið samtykti, men allir hesir nógvu seinastu tunlarnir eru bjóðaðir út til privat at gera og so tann tunlaarbeiðið hjá Landsverki niðurfyri.
Henrik Old ætlar ikki broyta ta mannagongdina, hvat teimum longri tunlunum viðvíkur. Men hann ásannar, at nú hava vit í ein mansaldur eisini tosað um at gera tunlar Fámjins, Dals, Tjørnuvíkar, Gjáar og kanska aðrar smábygdir við.
Hetta eru alt bygdir við vánaligum vegasambandi og har ein tunnil er einasta loysn fyri at tryggja teimum gott samband. Her er aloftast alt talan um styttri tunlar, og Henrik Old sigur, at royndirnar hava víst okkum, at hesir tunlarnir koma ongantíð við í nakra íløguætlan, tí teir drukna í kravinum um teir longri tunlarnir.
Samstundis veksur trýstið alsamt frá størri plássum at fáa tunnil og tapararnir eru alla tíðina tær smærru bygdirnar
Skal tað vera hugsingur um at gera tunnil til hesar bygdirnar, er einasti mátin, at Landsverk skipar eitt tunlalið, sum kann gera teir, og at Løgtingið setir eina ávísa upphædd av um árið til endamálið og útvegar Landsverki boriútgerð til endamálið.
– Hvussu nógvar milliónir, talan skal vera um, er so ein politiskur spurningur, men fáa vit eina millión um mánaðin at arbeiða fyri, eri eg væl nøgdur, sigur hann.
Annars hevur Landsverk mælt frá hesum mátanum, tí tunlarnir verða ov dýrir tá ið teir skulu gerast í smáum.
Men Henrik Old staðfestir, at hetta ætlar hann sær ikki at taka til eftirtektar, tí nú skulu vit í holt við at gera tunnil til smábygdirnar, og peningur skal játtast til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár, sigur hann.
Hann sigar, at í samgonguni er undirtøka fyri eini slíkari skipan, tí eisini tey ásanna, at sum mannagongdin er nú, koma vit aldrin á mál við ferðasambandinum til tær fjarskotnum smábygdirnar.
Hinvegin vil hann ikki siga nakað um, hvørjari raðfylgju, tunlarnir verða gjørdir í, tí tað er eisini ein politisk semja.