Verkfallið
?Tekur løgmaður sær ikki um reiggj nú, mugu stig takast til at leggja Havnina og miðstaðarøkið í Føroyum, lamið.
Henrik Old, Løgtingsmaður fyri Suðuroynna, sigur at verkfallið kann ikki góðtakast longri..
Sum hann vísir á aðrastaðni í blaðnum, heldur hann, at Anfinn Kallsberg er tann einasti, sum nú kann fáa ein skjótan enda á verkfallinum.
? At leggja málið fyri tingið tekur fyri tað fyrsta langa tíð, og tað er heldur ikki rætti mátin. Skal tingið loysa málið tekur tað allan mai mánað, men tað loysir bara trupulleikan til næsta ár. Tí má Løgmaður taka um endan, so at ein varandi loysn fæst.
Blokera Havnina
Henrik Old sigur, at fæst ikki ein loysn á verkfallinum nú, verður tað neyðugt hjá fólki í útjaðaranum at taka onnur stig, tí hetta kann ikki ganga longri.
?Fólk hava stóran ampa av verkfallinum og tað er eitt álvarsligt bakkast fyri vinnuna. Tí verður tað neyðugt at vit fara til verka og vísa, at vit góðtaka ikki støðuna longri.
Løgtingsmaðurin sigur, at fæst ikki ein loysn nú, mælir hann til, at tey, sum búgva í útjaðaranum taka seg saman í felag og fara til Havnar at blokera.
? Tað verður neyðugt at lamma Føroyar á miðjuni fyri at fáa fólk at skilja álvaran. Tað gongur ikki, at útjaðarin, sum hevur tað mesta av allari framleiðsluni, skal bløða í hel ímeðan alt gongur sína vanligu gongd í miðstaðarøkinum.
Hann sigur, at um neyðugt, fer hann sjálvur at taka stig til eina mótmælisferð til Havnar, endar verkfallið ikki nú.
?Eg fari at royna at savna allar góðar kreftir í útjaðranum og at fáa øll til Havnar at blokera. Ein máti kundi verið. at fingið øll fiskiskip og onnur skip at blokara innsiglingina til Havnar og at blokera alla Havnina. Og kanska eisini at byrgja vegin í Kaldbaksbotni, ella onkra aðrastaðni, av.
?Hetta má fáa ein enda. Nú mugu vágafólk, sandoyingar og norðoyingar og øll hini í útjaðaranum siga, at nú er nóg mikið. Skal samfelagið fara, er tað betri at alt fer og ikki bara útjaðarin.
? Og einasti máti at at fáa fólk at vakna, tykist vera at blokera fyri øllum inn og útflutningi í Havn og tað eiga vit at gera nú, sigur Henrik Old.