Nú skulu djór í Føroyum fáa betri verju

Vit fáa eina lóg, sum hóskar til einar nútímans Føroyar, sigur Poul Michelsen

Nú fáa vit eina nýggja djóraverndarlóg. Tað staðfesti Poul Michelsen, landsstýrismaður, í Løgtinginum í gjár.

 

Fyri einum góðum ári síðani samtkykti løgtingið at heita á landsstýrið um at endurskoða djóraverndarlógina. Samstundis boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðu síni, at ein nýggj djóraverndarlóg er á veg. Og í løgtinginum í gjár vildi Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, hava at vita, hvussu gekst við arbeiðnum.

 

Magnus Rasmussen tingmaður fyri  Sambandsflokkin, vónar at tað verður lagt upp fyri í lógarsmíðnum, at nøkur viðurskifti í Føroyum eru serstøk, eitt nú seyðahald, har seyðurin gongur í haganum stóran part av árinum. Og hann vildi hava at vita um tað verður ein táttur í nýggju lógini, at øll skulu hava seyðin við hús, ella hvussu?

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum umsitur málsøkið, sigur, at hann gjørdi av, at djóravendarlógin skuldi ikki endurskoðast, men at ein heilt nýggj lóg skuldi gerast heilt frá grundini.

 

Hann sigur, at arbeiðið at gera lógina er liðugt og at talan er um eina lóg, sum er gjørd við fyrimynd í norsku djóravendarlógini. Og í løtuni verður síðsta hond løgd á lógina og so fáa avvarðandi áhugabólkar, og avvarðandi feløg, og onnur, ið hava áhugað í lógini, høvi at gera sína viðmerkingar. Og so verður tað lagt fyri Løgtingið. Hann sigur, at nógvir partar hava verið uppi í arbeiðnum fyri at tryggja, at øll áhugamál eru umboðað.

 

Poul Michelsen sigur, at endamálið er at gera ein lóg, sum svarar til dagsins samfelag og hann væntar, at lógin verður heilt liðig um ein mánað, ella tveir.