Nú skulu bestu leikararnir kjósast

Flogbóltssamband Føroya skipar aftur í ár fyri Gallaveitslu fyri flogbóltsleikarunum og eins og í fjør verður hetta høvið brúkt til at kjósa bestu flogbóltsleikararnar á teimum ymsu plássunum

Seinastu árini hevur eitt nýtt fyribrigdi tikið seg upp í føroyskum ítróttarhøpi. Tað eru gallaveitslurnar, sum eru farnar at stinga seg upp, beint eftir at tær ymsu landskappingarnar eru endaðar og meistararnir eru kosnir.

Undirtøkan til hesar veitslurnar hevur verið góð og tað má takast sum eitt tekin um, at tørvur hevur verið á eini slíkari veitslu tá kappingarárið er av.
Í fjør var Flogbóltssamband Føroya á fyrsta sinni vertur fyri eini slíkari gallaveitslu, og tiltakið var so væl eydnað, at avgjørt er at endurtaka tað í ár.

Veitslan er tí sett á skránna at vera á Hotel Føroyum tann 6. apríl og tey, sum hava hug at vera við, skulu boða frá luttøku hjá FBF í seinasta lagi fríggjakvøldið 22. mars klokkan 20, verður sagt úr Flogbóltssambandinum.

Kostnaðurin fyri gallaveistluna í ár er 225 krónur. Tað er hálvthundrað krónur minni enn í fjør. Tey, sum hava boðað frá luttøku, skulu rinda atgongupeningin á konto hjá Flogbóltssambandinum í seinasta lagi mánadagin 25. mars. Tá FBF hevur skrásett inngjaldið verða atgongumerkini send við postinum.

Gestirnir á gallaveitsluni fáa, umframt eitt gott kvøld, ein góðan bita. Matarlepin sigur frá, at gestirnir fáa royktan laks við asparges, salat og heimabakaðum breyði, lambssteik við grønmeti og sós av soðnum, og íslagkøku og kaffi omaná. Aftaná borðhaldið verður dansur.

Tiltakið byrjar klokkan 19.30 og dyrnar verða stongdar klokkan 20.00.

Kjósa bestu leikararnar
Samstundis sum gallaveitslan í fjør var tann fyrsta av sínum slagi, var tað eisini fyrstu ferð, at føroysku flogbóltsleikararnir kjósaðu teir bestu leikararnar á teimum ymsu plássunum.

Tað hevur stóran týdning at fáa viðurkenning fyri tað ein ger, og í so máta er flogbóltur einki undantak.

Tað besta av øllum í sambandi við ársins leikaraheiður er, at tað eru hinir leikararnir í meistaradeildini, sum kjósa bestu leikararnar og tað merkir, at tað er ein »serkøn« meting sum stendur aftan fyri heiðurin.

Øll liðini í meistaradeildini hava fingið atkvøðuseðlar sendandi í postinum, og hesir seðlar skulu fyllast út og sendast FBF aftur í seinasta lagi mánadagin 25. mars.
Í fjør vóru Helga Nordendal úr Drátti og Rúni Weihe úr Fram kosin bestu leikarar, men í øllum føri hjá kvinnunum skal nýggjur leikari kjósast. Helga hevur nevniliga ikki leikt í ár og kemur tí ikki upp á tal, men tað eru nógvir aðrir góðir leikarar at velja ímillum. Hjá monnum verður spennandi at síggja um tað fer at eydnast Rúna at endurtaka bragdið frá í fjør.

Umframt at velja ársins leikara skulu flogbóltsleikararnir kjósa besta álopsleikara, besta
blokkleikara, besta verjuleikara og besta hevara. Harumframt skalt ársins stjørnuskot kjósast og ? sum nakað nýtt ? skal eisini ársins venjari veljast.
Vinnararnir fáa allir steyp til ognar til minnis um heiðurin.