Nú skulu avgerðir takast um sjúkrahúsverkið

Nú skal Løgtingið viðgera ymisk mál um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast

Tað verður í allarnæstu framtíð, at støða skal takast til, hvussu okkara sjúkrahúsverk skal skipast í framtíðini.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Síðsta summar fekk hon eitt rúgvismikið álit um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast framyvir framyvir og í tí eru eini 25 tilmæli um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.

 

Og Sirið Stenberg sigur, at um einar tvær vikur verður málið borið í Løgtingið og tá skal aðalorðaskiftið vera um sjúkrahúsverkið.

 

Aftan á tað eru tey so til reiðar at seta tey ymsu tiltøkini í verk.

 

Sirið Stenberg sigur, at semja er um tey allarflestu tilmælini. Tað eru tvey tilmæli ósemja er um og tað er í báðum førum er tað í høvuðsheitum leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og politikarar úr Norðoyggjum, sum hava gjørt vart við, at tey vilja taka undir við teimum - men onnur hava eisini mutað ímóti.

 

Og tað er tilmælið um at niðurlagað tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tá ið Eysturoyartunnilin er komin og tað er tilmælið um at skipa alt sjúkrahúsverkið undir eina leiðslu.

 

Sirið Stenberg sigur, at spurningurin um leiðsluvuðurskiftini er framvegis til viðgerar og tí vil hon einki skiga um tað enn fyri ikki at órógva samráðingarnar.

 

Nógv halda, at ein fortreyt fyri at samskipa tey trý sjúkrahúsini, er, at tey eru undir einari felags leiðslu, men tey, sum eru ímóti, siga, at tað er einki í vegin fyri at nýskipa sjúkrahúsverkið undir tí bygnaði, tað hevur nú.