Nýskrivaður sjónleikur í Vágum

Vága Sjónelikarafelag fer í næstu viku at frumfrmføra ein nýggjan sjónleik, sum ungur miðvingur hevur skrivað

Vága Sjónleikarafelag sýnir í næstum leikin "Tað finnast ikki spøkilsir", sum Ludvík Laksáfoss hevur skrivað.
Tey, íð leika, eru úr Vágum ella hava røtur í oynni. Hetta eru ungir leikarir, tey eru úr 16 ár og upp til 27 ár.
Leikurin er ein skemtileikur og er um spøkilsir, sakførarar, sálarfrøðingar, brennivínsbørn og annað gott fólk.
Leikurin verður spældur í Bygarskúlanum í Miðvági frá mánadegnum 18.4 kl. 19.00.
Sýningar verða hvørt kvøld alla vikuna, tó er hóskvøldið 21.4 undantikið.
Limir úr Vága Sjónleikarafelag hava gjørt alt kring leikin. Tey hava sjálvi leikstjørnað, gjørt leiktjøld og búnar.
Høvi verður at keypa kaffi/te og ein køkubita í steðginum.