Nú skrædnaði í Gundadali

Eftir fínt avrik og 1-0 leiðslu í 1. hálvleiki til VB/Sumba, er tað vorðið rættulig mótbrekka hjá gestunum í Gundadali.

HB er á odda 3-1, nú tað restar eitt korter, og VB/Sumba spælir við tíggju monnum.

Eftir steðgin kom Ólavur í Ólavstovu á vølliln fyri Rógva Jacobsen. Í 74. minutti fekk hann í støðu, sum ikki tóktist vandamikil hjá VB/Sumba, bóltin av mótstøðumanni. Ólavur smekkaði til, og bólturin fór í málið umvegis ein vágbing.