Nýskipanir á veg í Marokko

Tað arabiska várið fær nú eisini ávirkan á viðurskiftini í Marokko. Í gjárkvøldið kunngjørdi Muhammed VI kongur, at hann fer at koma við einum uppskoti til eina nýggja stýrisskipan, sum millum annað skal skerja valdið hjá kongi og styrkja tjóðartingið og stjórnina. Uppskotið skal til fólkaatkvøðu í næsta mánað.

Kongur fer tó ikki at missa alla ávirkan, tí hann fær framvegis ávirkan á mál, sum hava við landsins trygd, hernaðarviðurskifti og trúarspurningar at gera. Hann varðveitir eisini heimildina til at koyra tingið til hús og at skriva út nýval.

Gongdin í Egyptalandi og Tunesia elvdi til fleiri mótmælisgongur í Marokko, har fólk kravdu politiskar nýskipanir, men mótmælini hava verið munandi minni enn í hinum londunum, tí kongur var skjótur at boða frá, at hann var sinnaður at koma við politiskum broytingum. Longu í mars setti hann eina nevnd at gera uppskot um eina nýggja stýrisskipan.