• Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins skal framvegis vera støði undir lønarsamsýningini til landsstýrisfólk
• lønarsamsýningarnar verða broyttar soleiðis, at løgmaður fær 130 % og landsstýrisfólk 110 % av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins
• skipanin við borðfæi verður tikin av, og útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarðandi aðalráðum
• skipanin við fríum bústaði í Tórshavn verður tikin av, tó soleiðis, at løgmaður fær heimild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar kommunu
• skipanin við kostnaðarendurgjaldi verður tikin av, og samstundis verður sett í verk ein skipan, har landsstýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían tænastubil uttan førara at ráða yvir
• landsstýrisfólk fáa framvegis neyðuga samskiftisútgerð við setan í starv, tað almenna rindar útreiðslur til útvegan, hald og nýtslu, og landsstýrisfólk verða skattað av hesum fría ágóða eftir galdandi skattareglum
• tað verður mótroknað í fráfaringarlønini í teimum førum, har landsstýrisfólk hevur aðra lønarinntøku í fráfaringartíðarskeiðinum, soleiðis at tað almenna tá bert skal gjalda munin upp til ásettu samsýningina
• verandi eftirlønarskipan verður broytt, soleiðis at farið verður frá verandi skipan til eina skipan, har landið rindar 15 % av lønarsamsýningini hjá landsstýrisfólkum í eina góðkenda eftirlønarskipan