Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins

Kaj Leo Johannesen

Tað er ikki lukkuligt sum John Johannesen sólar sær, vegna seg sjálvan og Javnaðarflokkin, í framstigunum, sum nú eru gjørd í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Fakta er, at ikki eitt komma og ikki eitt punktum eru higartil broytt í lóggávuni millum ríkispartarnar, so hetta er enn eitt arbeiði sum er í gongd. Tað er eingin einstakur persónur, og tað er eingin einstakur flokkur, sum hevur æruna av hesum frambrotum.

Sambandsflokkurin metir hesar avtalur verða tað sum vit í samgonguni samráddu okkum til, og sum nú verður útint í verki. Landstýrið við Løgmanni á odda, er higartil við góðum samráðingaranda og góðum samráðingarvilja, komið hertil sum vit eru í dag, og tað eiga løgmaður og landstýrið rós uppiborið fyri.

Í dag mugu allir flokkar viðurkenna, at samstarv er vegurin fram !

Sambandsflokkurin vil til eina og hvørja tíð fremja tær loysnir sum tæna okkara fólki best, og tá talan er um yvirtøkur so sigur Sambandsflokkurin, at um so er at hesar kunnu gerðast forsvarliga fíggjarliga og tær tæna Føroya fólki, vilja vit verða positivir hesum viðvíkjandi.

Endamálið hjá Sambandsflokkinum er ikki fullveldi ella loysing, men heimastýrisskipanin hevur í hesum døgum enn einaferð prógvað, at hon er millum heimsins bestu skipanir og innan hesa skipan er høgt til loft og vítt til veggja.

Sambandsflokkurin tilevnaði í 1999 eitt nýskipanaruppskot, sum greitt vísti, hvussu Føroyar kunnu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkisfelagsskapinum. Sjálvur ivist eg ikki í, at sum heimurin sær út í dag, bæði politiskt og handilsliga, so fáa vit størri sjálvstýri við heimastýrisskipanini innanfyri ríkisfelagsskapin, enn vit kundu fingið sum sjálvstøðugt fullveldisríki við einans 50.000 íbúgvum mitt úti í Atlantshavinum. Tí er nýskipanaruppskot Sambandsfloksins rætta leiðin at ganga.

Tá lógin um uttanríkispolitiskar heimildir og yvirtøkulógin, saman við einari nýggjari stjórnarskipan eru liðug, metir Sambandsflokkurin at nýskipanaruppskotið er endaliga sett í verk.

Ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð verið sterkari enn nú.

Kaj Leo Johannesen