Hjørdis Mortensen arbeiðir til dagligt sum skrivari hjá forstjóranum í Tryggingarfelagnum Føroyar. Eitt starv, sum hon hevur røkt, síðani hon byrjaði á Tryggingini í 1962. Men frá 1. januar og fýra ár fram verður hon eisini borgarstjórafrúa í høvuðsstaðnum. Hetta starvsskiftið hjá manninum fer millum annað at hava við sær, at Hjørdis og Heðin tey fýra komandi árini ikki longur fara at arbeiða á sama arbeiðsplássi.
Heðin byrjaði á Tryggingini í 1978. Síðani tá hava tey arbeitt á sama staði og altíð fylgst til arbeiðis.
Heðin flytur tó ikki so langt burtur frá Kongabrúnni, men ein munur verður, at Heðin hevur longri arbeiðsdagar.
? Tað er sjálvandi ringt at siga, men til dømis hesa vikuna er hann farin frá húsum um áttatíðina og er komin nógv seinni heim enn vanligt, sigur borgarstjórafrúan.
Eisini væntar hon, at Heðin kemur at ferðast meira.
? Og helst kemur hann at hava brúk fyri fleiri hvítum skjúrtum, sigur Hjørdis skemtiliga.
Hon heldur tó ikki, at tað fer at ávirka hana tað stóra, at maðurin nú er vorðin borgarstjóri. Hon fer at halda fram í sínum vanliga starvi, so broytingin í vanliga gerandisdegnum verður neyvan tann stóra.
? Tað liggur ein onnur ábyrgd í tí, og man kemur helst oftari at vera boðin við til tiltøk og annað sum maki hjá borgarstjóranum, men annars verði eg tann, sum eg plagi at vera, sigur Hjørdis Mortensen.
Lágan profil
Heðin hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, og hann hevur mangan verið í fjølmiðlum ? bæði í sambandi við Tórshavnar býráð, sum ÍSF forseti og í øðrum samanhangum, men Hjørdis heldur tó, at tað er nakað øðrvísi nú, hann situr sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum.
Byrjanin til hetta starvið og alt rokið við avtalunum, sum vórðu gjørdar í millum flokkarnar í Havn í sambandi við skipan av samgongu, gjørdu sítt til, at Heðin var fyri nógvum ákoyringum.
Hetta hevur ikki órógvað Hjørdis so nógv. Hon sigur, at hon hevur valt at halda lágan profil, tá tað kemur til ágangin, sum Heðin var fyri.
? Heðin hevur so ofta verið fyri ágangi í fjølmiðlunum og aðrastaðni við, og tað hevur hann altíð megnað at komið burtur úr sjálvur, sigur hon brosandi og leggur afturat, at hetta við fjølmiðlunum er tó kortini nakað, sum tey skulu venja seg við.
? Eg vænti sum sagt, at tað verður nakað øðrvísi, nú Heðin situr í starvinum sum borgarstjóri, og eg ivist ikki í, at tað liggur ein sera áhugaverd tíð fyri framman, sigur Hjørdis Mortensen, borgarstjórafrúa í Tórshavn, sum væntar sær nøkur spennandi ár saman við Heðini sum borgarstjóra.