Nú skiftir veðrið aftur

Eitt hátrýst stutt í ein landnyrðing úr Føroyum fer inn yvir Skandinavia, og sum frá líður streymar rættiliga lýggj luft inn yvir okkum av landsynningi. Mánadagin kemur vlntandi eitt brúgvalag inn yvir oyggjarnar av vestri og síðani fer eitt hátrýst yvir Skandinavia at breiða seg í ein vestan móti Føroyum

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul, í støðum upp í stívt andøvsgul, av landsynningi, 3 til 10 m/s, sólin sær, men við strendur, sum liggja í ein landsynning, møguligir mjørkaflókar. Hitin um dagin millum 9 og 14 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, yvirhøvur turt og lutvíst klárt, tó møguliga mjørki í støðum. Hitin í nátt eini 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi,  til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning og vestan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Eitt skifti skýggjað og regn, seinni klárar í, sólin sær og tað verður turt aftur. Um náttina møguliga tám og mjørki. Hitin um dagin 10 til 12 stig, um náttina um 8 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av vestri, seinni landsynningi, 3 til 8 m/s. Dagurin byrjar við támi og mjørki í støðum og samdrigið, men tað klárar í, sólin sær og um náttina verður turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 6 og 8 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið hækkar í ein norðan. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina fyri tað mesta skýggjað. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 3 til 8 m/s. Turt og skýggjað. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.