Valið til Tórshavnar býráð er av, og úrslitið gjørdist, at samgongan, ið hevur stýrt kommununi seinastu átta árini, fekk 10 av 13 umboðum. Hendan samgongan eigur tí at halda fram.
Tjóðveldi vísti undir valstríðnum á, at natúrligt er, at listi E og listi C halda fram í samgongusamstarvi. Veljararnir góvu listunum báðum, serliga borgarstjóranum sjálvum, boð um at bera so í bandi.
Reini meirilutin hjá lista C skapar sjálvandi gróðrarbotn fyri nøkrum tvístøðum um, hvussu valdið skal býtast, tí lista C nýtist ikki at býta nakað vald. Men fyri borgarstjóran er uttan iva best, at hann ger tað.
Eitt býráð er eitt nevndarstýri. Vit í Tjóðveldinum halda tað vera natúrligt, at tá góða samgongan á Vaglinum er breiðkað upp í 10 limir, má nevndarvaldið eisini breiðkast. Í løtuni eru sjey fastar nevndir. Tær kundu í staðin verið 10.
Við at víðka talið á nevndum kundi kommunan farið undir ein miðvísari innsats á fleiri átrokandi økjum. Ein miðbýarnevnd hevði t.d. málrættað arbeiðið at fáa gjørt miðbýin í Havn meira livandi.
Ein vinnunevnd kundi birt upp undir og savnað allan tann innsats, sum skal gerast á vinnuøkinum í kommununi, bæði innan fiskivinnu, tænastuvinnu, byggivinnu, landbúnað og nýskapan.
Neyðugt er eisini at samskipa innsatsin í bygdunum í nýggjari nevnd. Valstríðið vísti greitt, at nógv viðurskifti liggja á láni, og í nevndini skal arbeiðast fyri, at bygdirnar verða nútímansgjørdar. Hetta breiðkar eisini fólkaræðið.
Við hesi politisku nýskapan høvdu vit tillagað býarstýrið í Tórshavnar kommunu, so tað hóskaði til tíðina og ta samgongu, ið veljararnir mæltu til. Tilsamans fingu listi C og listi E 7.111 atkvøður av 11.138 ella 64 prosent.
Nevndirnar verða tí fíggjarnevndin, mentamálanevndin, sosiala nevnd, heilsu- og umhvørvisnevndin, byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd, havnarnevndin, miðbýarnevndin, vinnunevndin og økisnevndin.
Tá hesar nevndirnar verða at býta, er ikki trupult at rokna út, at býtið kann ganga upp í samstarvi millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Borgarstjórin er longu kosin, og varaborgarstjóri skal kjósast.
Tjóðveldi mælir til, at borgarstjórin ásannar, at tveir triðingar av veljarunum góvu samgonguflokkunum farnu átta árini dygga álitisváttan og áheitan um at halda fram við samstarvinum næstu býráðssetu.
Vit eru til reiðar at fara til verka beinanvegin!
-------
Vegna Tjóðveldi í Tórshavnar býráð
Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam