KÍ-venjarin Oddbjørn Joensen kann undan dystinum fegnast um, at tað ongantíð í hansara tíð sum KÍ-venjari hevur staðið so mikið væl til við fólki, sum tað ger til dystin móti B36.
Danskur styrkur
Fyrr í vikuni kom danski spælarin Mathias Tauber til Klaksvíkar, og fyrrverandi Ølstykke-spælarin verður ivaleyst við í hópinum hjá KÍ í dag.
Tá ið KÍ farna vikuskifti tapti 0-3 í Fuglafirði, vóru bæði Niclas Niclasen og Høgni Madsen leikbannaðir, men teir eru báðir tøkir aftur.
Einastu spælarar, ið Oddbjørn Joensen, ikki hevur tøkar, eru Eyðun Klakstein og Erling Fles, ið báðir eru skaddir.
KÍ-venjarin er sum vera man fegin um at hava óvanliga nógv fólk tøkt til trupla heimadystin:
- Hetta er tað frægasta spælaratilfarið, ið vit hava havt við til dyst, í mínari tíð sum KÍ-venjari, og eg haldi, at hetta er fyrstu ferð, at tað av álvara er kapping um plássini á liðnum, sigur Oddbjørn Joensen.
Hjá B36 stendur væl til við fólki. Farna vikuskifti var B36 fyri óvæntaðum ósigri móti EB/Streymi á heimavølli, og tað hevði við sær, at teir nú býta oddasessin við Skála og HB. Í dystinum móti EB/Streymi fekk verjuleikarin Herbert í Lon Jacobsen ein snudd í beinið, og hann verður ikki við í dag. Sum skilst er skaðin tó ikki álvarsligur, og hann verður ivaleyst skjótur á vøllinum aftur.
KÍ og B36 hava hitst einaferð fyrr í ár, og tað var í Havn. Tann dystin vann B36, og tað noyðast teir ivaleyst eisini at gera í dag, um teir ætla at halda fast í oddasessinum. Hinvegin ræður tað um hjá KÍ at venda keðiligu gongdini seinastu dystirnar, men uppgávan er trupul.










