Nú skal VB standa royndina

Við útidystum móti bæði Stjørnuni og Neistanum er talan mest sum um sannleikans tíma hjá føroyameistarunum

Sunset-kappingin

Talan verður um rúgvusmikið umfar í kvinnuhondbóltinum. Ikki færri enn sjey dystir standa á dystarskránni, og tað er ikki sørt, at útfallið av hesum fer at gera av, hvussu oddastøðan í grundspælinum fer at laga seg.
Ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá VB í tveimum umførum skal royna seg móti sambiðlunum í oddinum. Leygardagin er talan um útidyst móti Stjørnuni, sum fram til seinasta vikuskiftið tóktist mest sum í serflokki. Men sum við tapinum fyri Kyndli rættiliga kom niður á jørðina.
Og sunnudagin skulu meistararnir so á vitjan hjá Neistanum, sum í ár veruliga hevur hótt við at arga tey »stóru«, men sum higartil kortini hevur manglað seinasta og avgerandi fetið.

Styrkisroynd í niðaru hálvu
Men fimm aðrir dystir verða so eisini á skránni. Ikki minst verður spennandi at vita, hvørt Kyndil megnar at halda fast í hugaligu gongdini, nú tær skulu spæla móti Søljuni og VÍF.
Neistin má roknast sum stórfavorittur, tá tær leygardagin taka móti StÍF, og tað sama má sigast um Stjørnuna, sum sunnudagin skal spæla seinna heimadystin hetta vikuskiftið. Hesa ferð móti Tjaldri.
Seinasti dysturin er á Skála sunnudagin, tá StÍF tekur ímóti Søljuni. Ein dystur, sum kanska ikki hevur so nógv at siga fyri oddastríðið. Men sum hinvegin kann geva eina greiða ábending um, hvat av liðunum er best fyri, tá tað í vár verður kappast um, hvør skal sleppa upp um strikuna, sum frá komandi ári fer at skilja tey seks ovastu frá restini.