Týsdagin verður nýggj frágreiðing, sum skal vera grundarlag undir framtíðar orkupolitikkinum, løgd fyri samlaða landsstýrið. Talan er um eina 70 síðu frágreiðing, sum Jarðfeingi hevur gjørt fyri Vinnumálaráðið og snýr hon seg m.a. um, hvussu Føroyar kunnu blíva minni heft at oljuni í framtíðini. Í fjør fekk landsstýrið eina frágreiðing um sjálva orkustøðuna í Føroyum, so man kann siga, at henda nýggja frágreiðing er ein uppfylging av tí.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum sigur við Sosialin, at í fjør fingu vit so greiðu á, hvussu orkustøðan er í Føroyum, og er henda seinasta frágreiðingin uppskot um, hvat kann gerast á orkuøkinum.
Ætlanin hevur verið at fáa eitt aðalorðaskifti um orkumál fyri jól, men hetta verður útsett til í januar. Løgmaður og tingformaðurin eru vornir samdir um at bíða við hesum orðaskiftinum til fyrst í næsta ár, tí tingið hevur so nógv mál at viðgera sum er. Eisini tí at man ynskir at hava betri tíð til hetta aðalorðaskifti.
Jarðfeingi fekk nakað herfyri ein arbeiðssetning frá landsstýrismanninum um, hvussu Føroyar í so stóran mun sum gjørligt kunnu vaksa um varandi orku. Har man hevur sett sær sum mál, at so og so stórur prosentpartur av orkunýtsluni skal nøktast frá varandi orkukeldum um eini 10 ár.
Jarðfeingi hevur so út frá tí nógva tilfarinum, sum er savnað saman, gjørt eitt uppskot um, hvussu man best kann røkka setninginum at fáa størri part av orkutørvinum nøktaðan við varandi orku.