Burn boðar nú frá, at tey skipa fyri Miss Faroe Islands í næstum.
- Vit fara at finna vakrastu kvinnu í Føroyum. Hetta verður fyrsta kappingin av sínum slag í Føroyum – ein all in beauty contest - vakrar damur í flottum undirklæðum, galla kjólum og øllum, ið har tilhoyrir, skrivar Burn á heimasíðuni.
- Vinnarin sleppur víðari til heimsmeistar kappingina Miss Universe næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Føroyar í eini altjóða kapping, sigur Burn.
Føroyar hava í øllum førum eina vakurleikadrotning, og hon er væntandi við í nýggju kappingini.
- Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Turið hevur góðar royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlanda, bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi, skrivar Burn.