Nú skal Vágur verða oljuhavn.
Tað ætlar Vágs Býráð.
Á fundi mánakvøldið samtykti Vágs Býráð at fara undir eitt miðvíst arbeiði at bjóða Vág fram sum oljuhavn.
Í hesum sambandi fer býráðið nú at gera ymiskt upplýsandi tilfar um Vág og um umstøðurnar á havnalagnum og teir hentleikar, ið eru til taks.
Tilfarið skal síðani sendast oljufeløgum og annars øllum, sum kunnu hugsast at hava ein áhuga.
Og býráðslimir í Vági ivast ikki í, at oljufeløg eiga at hava áhuga í at gera Vág til oljuhavn.
- Alt virksemi í samband við eina oljuvinnu til havs innanfyri føroyskt mark, er beint sunnanfyri Suðuroynna, føra býráðslimir fram.
- Tí er Vágur nærmasta havn hjá oljufeløgum, sum hava sítt virksemi sunnanfyri Føroyar.
- Sostatt spara skip í oljuvinnuni fleiri tímar í sigling við at brúka Vág sum oljuhavn heldur enn onkra havn norðanfyri.
Og tosa vit um flutning við tyrlu, eru einir 40 minuttir at spara í flúgvitíð við at brúka Suðuroy sum støð, heldur enn at flúgva í Vágar.
- Tískil er nógv tíð og nógvur peningur at spara við at brúka Suðuroy sum oljustøð, heldur enn Skálafjørðin ella okkurt annað pláss norðanfyri.
Nógvir hentleikar
Og býráðslimir ivast heldur ikki í at tað eru so mikið góðar umstøður í Vági, at tað átti at havt áhuga hjá feløgunum í oljuvinnuni.
- Vit hava eina góða havn við nógvum hentleikum, staðfesti Poul W. Magnussen, formaður í havnanevndini hjá Vágs Býráði.
- Havnin er djúp og á landi er stórt, planerað lendi, samstundis sum atgongd er til at bunkra vatn og olju.
Dánjal Bjarkhamar staðfestir, at vónirnar um at finna olju undir Føroyum eru rættiliga góðar og tí hevur tað avgerandi týdning, at Vágur og Suðuroy annars, sum næsti granni, ger vart við seg.
- Skulu vit tosa um eina framtíð í Suðuroy, haldi eg, at hetta kundi verðið ein bjarging fyri oynna.
Tí eiga vit at gera vart við okkum beinanvegin, legði hann afturat.
Jógvan Krosslá heldur, at lítlar vónir eru um, at nakað serligt virksemi verður aftur á flakavirkinum í Vági.
Tískil helt hann, at tað hevur stóran týdning at bjóða Vág fram sum oljuhavn, tí umstøðurnar eru so mikið góðar, at oljufeløgini kunnu sleppa fram alt fyri eitt.