Leygarkvøldið skal triði og síðsti luttakarin í ársins singer/songwriter finalu finnast. Jensina Olsen og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="H?gni Reistrup"$?$end$!$Høgni Reistrup</st1:PersonName$?$end$!$ hava sungið og spælt seg í finaluna og nú skal avgerast um tað verður Evy Isaksen, Kári Páll Nolsøe, Heri Trondesen og Holgar Jacobsen, ið skal dystast í móti teimum.<BR>
Tað tykist kanska torført at finna nakran greiðan favoritt, sum tað kanska hevur verið møguligt í hinum báðum undanumførunum. Men vit hava áður sæð, at favoritstøðan ikki altíð er so eftirfarandi.
Holgar Jacobsen er royndasti luttakarin, Kári Páll Nolsøe hevur áður havt eina sera góða og minniliga luttøku í kappingini, Heri Trondesen hevur verið sæddur sum ein tann mest spennandi unga røddin á føroyska tónleikapallinum og Evy Isaksen hevur royndir úr Ársins Songrødd har hon í fjør sang seg í finaluna.
Persónligt
Evy Isaksen er ein av fáu kvinnuligu luttakarunum í singer/songwriter kappingini higartil, men vinnur hon undanumfarið verða tveir triðingar av finalistunum kvinnur.
Evy er 21 ár og eigur ikki minni enn trý børn. Evy hevur búð tað mesta av barnaárunum í Danmark.
Hon hevur luttikið í Ársins songrødd fleiri ferðir. Evy heldur, at tað eru so fáir møguleikar í Føroyum at sleppa at syngja, at tá ein møguleiki nú er, so má mann melda seg.
Sangirnir leygarkvøldið eru persónligir. Ein sangur er um pápan, ein sangur til børnini. Triði sangurin verður ein hjá songkvinnuni Norah Jones. Í innleiðandi umfarinum til Ársins Songrødd í fjør var tað júst ein sangur hjá Norah Jones, ið bar Evy í finaluna.
- Eg syngi, syngi og syngi allan dagin. Eg elski at syngja. Eg havi akkurát lært meg at spæla gittar, so tað verður so sum so við tí, men eg gleði meg og eri øgiliga nervøs, sigur Evy.
Djúpir tekstir
Navnið Kári <st1:PersonName w:st="on" ProductID="P?ll Nols?e"$?$end$!$Páll Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ ringir klokkur hjá gomlum rokkelskarum í Føroyum. Kári var oddamaður í bólkinum Panic, sum fyrst í 90’árunum gjørdi um seg á Føroyska tónleikapallinum. <BR>Panic var í størri mun enn nakar annar bólkur við til at lyfta ordiliga harða rokkin inn í føroyskan tónleik, og teir gjørdu hetta sera væl. Millum annað var bólkurin okkurt árið høvuðsnavn á Ólavsøkukonsertini.
Innan singer/songwriter er Kári heldur ikki ókendur. Hann kom fyri tveimum árum síðani í finaluna í hesi kapping og tók øll á bóli við sínum góða spæli og sangi.
Stílurin er djúpur og fólkatónleikakendur. Leygarkvøldið spælir hann tríggjar egnar sangir. Tað hevur verið trupult at gjørt av, hvørjir sangir skulu veljast burturav.
- Eg eri ongantíð bangin fyri at spæla. Eg leggi dent á, at tekstirnir eru djúpir og hava eitt innihald, sigur Kári Páll Nolsøe.
Hann býr til dagligt í Kollafirði, og leygarkvøldið kemur hann til Havnar fyri at spæla, og hann leggur stóran dent á, at tað merkir, at hann fer at spæla sín tónleik, og so má tað vera upp til dómararnar at gera av, um tað er nóg mikið til at vinna.
Í nýggjum høpi
Heri Trondesen hevur eina fortíð í bólkum sum Róp og S.c.a.t.G.o.h. Tveir harðir rokkbólkar, sum eru langt frá tí stíli, sum mann setir í samband við singer/songwriter.
Heri hevur eisini meldað seg fyri at royna nakað nýtt. - Mín frítíð fer við at gera tónleik, og eg havi eina rúgvu av sangum liggjandi, sigur Heri Trondesen.
Hann hevur tó ikki gjørt nógvar føroyskar sangir, og tí verða tað tveir feskir sangir, fólk kunnu gleða seg til leygarkvøldið.
Tónleikurin hjá Hera er øgiliga avslappur, sambært honum sjálvum. Hann hevur meldað seg til kappingina fyri at royna ein nýggjan stíl og gera vart við seg á tónleikapallinum. Í Prix Føroyar 2003 luttók Heri við S.c.a.t.G.o.h, bólkurin kláraði seg heilt hampiligt, men eftir framførsluna var tað røddina hjá Hera, ið fólk tosaði um.
Villmaðurin
Helst royndasti luttakarin leygarkvøldið er Holgar Jacobsen. Frontmaðurin og gittarleikarin í Villmonnum var ikki trupul at fáa fatur til hetta tíðindaskrivið. Hann valdi at úttala seg umvegis heimasíðuna www.villmenn.info
- Okkara kæri rockkongur, Holgar Jacobsen, skal í eldin komandi leygarkvøld. Tað verður tó uttan sínar trúgvu Villmenn. Holgar fer at luttaka í singer/songwriter kappingini í Lounge á Hotel Hafnia. Hóast villmenninir ikki vera við, so fara vit sjálvandi suður at stuðla Holgari. Vóni tit fara at gera tað sama. Holgar heldur kortini tætt inn at kroppinumog vil ikki fortelja, hvat hann fer at spæla. Tað einasta, vit fáa úr honum er, at talan er um nýtt tilfar. Men møti.....vit vera har, ljóðar tann almenna fráboðanin á heimasíðuni.
Finalan verður leygarkvøldið 11. november kl. 22:00










