Nú skal Tinder eisini hava videokjatt

Tinder tekur nú eitt stig afturat í royndini at føra fólk saman. Frameftir kanst tú ikki bara vísa teg frá tínari bestu síðu á myndum og skriftum, tí Tinder fer eisini at hava møguleikan fyri at videokjatta.

Tað skrivar amerikanska blaðið Variety.

Tinder hevur keypt fyritøkuna Wheel, sum hevur ment eina video-skipan, sum ætlandi skal innførast í Tinder.

Tinder er ein app, har fólk kunnu vísa áhuga fyri hvørjum øðrum, og hvønn dag matchar Tinder umleið 26 milliónir fólk.