Nú skal tak leggjast á Steinatún

Har skal bera til at bíða eftir bussinum - og at reiggja fyri at stytta sær um stundirnar ímeðan bíðað verður

Nú skal tak leggjast á Steinatún í miðbýnum í Havn.

Tað hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt.

 

Hetta er eitt lið í ætlanini hjá býráðnum at snolla miðbýin upp so at hann verður meiri lokkandi hjá fólki at vera í. Sjálvt Steinatún er kollvelt og gjørt av nýggjum og beinleiðis samband er við niðastu hædd í bankabygninginum, har bæði kafé, apotek, kunningarstova, og annað virksemið er.

 

Steinatún er samstundis miðpunktið fyri alla busskoyring hjá Bussleiðini og tað hevur verið ein stórur bági, at onki bussskýli er í Steinatúni, har fólk kunnu standa undir takið og bíða eftir bussinum, uttan at fáa karm, tá ið tað regnar - og tað gera tað nú ikki so sjáldan.

 

Men nú hevur býráðið samtykt at leggja tak yvir ein part av Steinatúni. Talan verður ikki um eitt vanligt bussskýli, men um eitt tak, ið bæði skal vera busskýli og eitt slag av uppihaldsstaði.

 

Í tí sambandi er eisini ætlanin at hava ymiskt undir takinum, sum víkir frá einum vanligum bussskýli. Eitt nú er ætlanin at seta eina ella tvær reiggjur upp, har fólk kunnu stytta sær um tíðina, meðan bíðað verður eftir bussinum.

 

Samstundis verður nú eisini farið undir annað byggistig í Steinatúni, sum er at gera ovaru síðu á Steinatúni, ella Norðaru síðu, sum tey nevna tað.

 

Og nú hevur býráðið so samtykt at seta tvær milliónir krónur av til at fara undir at projektera og at bjóða bussskýlið, umframt til at fyrireika annað byggistig á Steinatúni.

 

Niðanfyri eru tríggjar myndir sum vísa, hvussu Steinatún fer at síggja út, tá ið tað er komið undir tak