Nú skal Tórshavnar Kommuna hava ein serstakan bústaðarpolitikk við tí endamáli at fáa greiði á, hvønn leiklut kommunab skal hava á bústaðarøkinum. Men endamálið er eisini at tryggja fólki nøktandi bústaðarmøguleikar í kommununi.
Fólkatalið veksur alsamt og meiri enn helmingurin av vøkstrinum endar í Havn. Tað hevur sett bústaðarmarknaðin undir eitt øgiligt trýst, og prísirnir á húsum og íbúðum flúgva til himmals.
Samstundis eru tað alsamt fleiri, sum ikki eru áhugað í at hava síni egnu hús, men eru meiri áhugað í eini íbúð, antin til keyps, ella til leigu.
Tí halda tey í býráðnum, at Tórshavnar kommuna eigur at hava ein ein bústaðarpolitikk, sum tekur støðu til leiklutin hjá kommununi. Men í hesum sambandi skal eisini finnast útav, hvussu kommunan kann gera sítt til at tryggja, at fólk hava nøktandi bústaðarmøguleikar.
Í fyrstu syftu skal ein arbeiðsbólkur setast, sum skal lýsa, hvar í kommununi, bústaðir kunnu byggjast og hvør tørvurin verður framyvir.
Tá ið tað er gjørt, skulu ítøkilig uppskot leggjast fram um, hvat skal setast í verk fyri at nøkta tørvin. Og tað skal arbeiðast skjótt, tí tað skal vera longu í summar