Nú skal Tórsgøta málast

 Tórshavnar kommuna fer nú undir at mála vegin og gongubreytina í Tórsgøtu.

 

Tórshavnar kommuna hevur eitt ynski um at gera Tórsgøtu til eina veruliga mentanargøtu. Sum liður í hesum fer Tórshavnar kommuna nú at mála Tórsgøtu og gongubreytina, til tess at bjóða borgarunum til eitt orðaskifti um býarrúmið og teir møguleikar, sum Tórsgøta kann bjóða í dag og í framtíðini.

 

Í Tórsgøtu húsast í dag eitt nú Tjóðpallur Føroya, Reinsaríið, Posthúskjallarin, Margarinfabrikkin og Miðlahúsið.

 

Mentanargøtan í Havnini verður stongd fyri allari ferðslu týsdagin og mikudagin frá klokkan 13-19, tá ið vegurin verður málaður og somuleiðis gongubreytin. 

 

Í eini eldri úgávu av greinini stóð, at Tórsgøta skuldi málast grøn, men her var talan um eina misskiljing.