Fiskimálaráðið hevur fyrr í ár kunngjørt, at makrelur, norðhavssild, svartkjaftur og botnfiskur í Baretnshavinum skuldi seljast á uppboðssølu.
Endamálið í ár hevur verið at gjørt eina royndarkoyring, har finnast skuldi útav hvussu hesin hátturin riggaði og at samla meira vitan um at selja fisk á uppboði.
Makrelur, norðhavssild og botnfiskurin er avgreiddur og nú er komið til svartkjaftin.
Fiskimálaráðið hevur nú alment boða frá, at svartkjafturin skal seljast í fýra umførum, bæði við opnari og afturlatnari uppboðssølu.
Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum eru hesir upplýsingar viðvíkjandi uppboðssøluni av svartkjafti:
Opin uppboðssøla
Dagfestingin fyri opnu uppboðssøluna ásetur, nær sølan fer fram.
Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:
- Mánadagur 5. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
- Mánadagur 12. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo
Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan søluni.
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo - telefon 41 41 41 ella fmf@fmf.fo
Afturlatin uppboðssøla
Dagfestingin fyri afturlatnu uppboðssøluna staðfestir seinastu freist at lata boð inn.
Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.
Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:
- Hósdagur 8. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
- Hósdagur 15. septembur: Svartkjaftur, 5.000 tons
Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn, www.vorn.fo - telefon 31 10 65 ellavorn@vorn.fo
Fiskimálaráðið,
- august 2016
Høgni Hoydal, landsstýrismaður.