Endurbúgving kann verða veitt sum ráð og vegleiðing, arbeiðsroynd, umskúling, upplæring, arbeiðsvenjing, styttri ella longri skeið og sum vanlig útbúgving.
Sum dømi kunnu vit nevna:
persónar, ið bera likamligt ella sálarligt brek
einsamallir uppihaldarar, sum eru í eini støðu, sum avmarkar teirra arbeiðsførleika
ung, sum eru seinment ella bókliga veik
persónar, sum leingi hava verið arbeiðsleysir, har aðrar stuðulsfyriskipanir ikki hava hjálpt
persónar, sum hava djúptøknar arbeiðsligar ella útbúgvingarligar trupulleikar
persónar, sum fáa sjúkradagpengar, og sum ikki kunnu væntast at kunna fara aftur til sama arbeiðið
persónar við serligum sálarligum ella sosialum trupulleikum, herímillum t.d. misnýtslu ella kriminaliteti.
Tað hevur verið ein stórur trupulleiki fyri nógv, at inntøku- og ognarviðurskifti hjá hjúnarfelaga hava verið avgerandi fyri, um man hevur kunna fingið stuðul til endurbúgving. Tí inntøka og ogn hjá hjúnarfelaga skulu teljast við í viðgerðini, um man skal kunna fáa stuðul til endurbúgving ella ei.
Hetta hevur fyri fleiri ført til tað margháttligu – og eyðmýkjandi – støðu, at inntøkuviðurskifti hjá hjúnarfelaga hava forðað fyri at man hevur kunnað fingið stuðul til endurbúgving.
Tað er púra burturvið á okkara døgum. Nógv hava gjørt vart við tað og ynskt at skipanin bleiv broytt. Tí hava landsstýrismaðurin og samgongan avgjørt, at broyta treytina í lógini soleiðis, at man skal kunna fáa stuðul til endurbúgving – óheft av inntøku og ognarviðurskiftum hjá hjúnarfelaga.
Hetta verður gjørt út frá virðingini fyri tørvinum hjá tí einstaka. Um man er giftur ella ikki giftur skal onga ávirkan hava í hesum føri, tá tað snýr seg um stuðul til at fara undir endurbúgving, við tí endamáli at endurreisa evnini hjá tí einstaka til at megna at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at man eisini kann megna at uppihalda sær og sínum.
Tilsamans eru eini 250 persónar árliga sum fáa stuðul til endurbúgving. Við hesi lógarbroyting kann væntast - og vónast - at talið verður hægri. Útreiðsluhækkingin fyri landskassan verður fyrsta árið mett til eina mió. kr. og er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Væntast kann at broytingin førir til at fleiri koma at fáa gang av hesum stuðuli, soleiðis at úrliga útreiðsluhækkingin kemur upp í 2 – 3 mió. kr. Tilsamans verður útreiðslan til endurbúgving í ár umleið 15-16 mió. kr.
Men tað er ein menniskja-, familju- og samfelagsgagnlig útreiðsla, sum kemur fleiri ferðir aftur, bæði fyri einstaklingin og fyri samfelagið.
Uppskotið fekk góða undirtøku á løgtingi, og varð endaliga og einmælt samtykt við 3. viðgerð tórsdagin 25. okt., og verður galdandi frá 1. jan. 2008.