Nú skal steypið í hús

Árnafjørður: - Tað er einki steyp komið í hús enn. Men í ár ætla vit at tað skal verða, sigur ein av ídnu róðrarmonnunum hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, Julius Steffensen við heimasíðuna hjá felagi sínum. - Okkara partur skal so ikki liggja eftir.

Nógv fólk var samankomið við havnalagið í Árnafirði dýra biðidag.

Henda dagin var stoltleikin í bygdini - áttamannafarið Árnfirðingur - flotaður. Og teimum so líkt í Árnafirði, gekk hetta ikki stillisliga fyri seg.

Byrjað varð við morgunmati í snotuliga kappróðrarneystinum í bygdini, og síðani varð Árnfirðingur flotaður.

Tá fyrsti FM-róðurin verður leygardagin í Klaksvík, fara teir umborð at gera sítt til at liggja í fremstu røð.

- Ja, vit hava góðar vónir, sigur Julius Steffensen, sum er ein av manningini. Sambært heimasíðuni hjá felagnum - arf.fo - var hann ein av stigtakarunum til at byrja kappróður í bygdini í 2005.

Tað var eisini hesin sami Julius, sum tók stig til at manna Árnfirðing aftur til allar róðrarnar í summar. Hann er eisini einasti rógvarin, sum hevur verið við øll árini fram til í dag.


Tveir nýggir bátar

Tá teir í síni tíð byrjaðu at rógva kapp í Árnafirði í 2005, var tað sum at byrja av nýggjum.

- Eg kann minnast, at tað var ein rímiliga hørð byrjan hjá okkum, sigur hann. Teir byrjaðu í roynd og veru við gamla Árnfirðinginum frá 1965.

- Hóast eg hevði havt frí frá kappróðri í nøkur ár, var eg tann einasti av manningini sum hevði róð kapp fyrr.

Teir róðu ímóti nýggjum bátum og ímóti royndum manningum, men tað vísti seg, at tað gekk tað frægari og frægari sum tað leið út á summarið.

- Vit vóru so ongantíð aftast, slær royndi rógvarin fast.

Góðu úrslitini gav teimum mót til at fáa nýggjan bát bygdan hjá Sámali Hansen. Í dag kann ein bara staðfesta, at nógv er broytt síðan 2005: Í dag standa tveir nýggir bátar í tí kappróðrarneystinum í Árnafirði - Árnfirðingur sum kom í 2007 og Katla sum kom í 2008.


Steypið manglar

Úrslitini hjá Árnafjarðar Róðrarfelagi hava sum heild verið góð tey seinnu árini. Nógv heiðurstekin eru komin í hús, men enn manglar eitt steyp.

- Hetta vóna vit at kunna broyta í ár, sigur Julius við einum smíli.

Nú stendur nýtt kappróðrarár fyri framman, og tað er ikki frítt, at rógvararnir í Árnafirði hava góðar vónir.

Teir eru fimm sum halda fram frá í fjør, og so hava teir fingið tríggjar royndar mans aftrat umborð.

- Vit hava trenað hvør sær, men síðani í mars mánaði hava vit allir trenað saman, sigur Julius Steffensen.

Hann er vitandi um, at nógv áttamannafør verða við í ár, og harvið verður óivað talan um eina harða kapping.

- Men eitt er vist, sigur Julius. - Árnfirðingur fer at gera alt, fyri at fáa fyrsta steypið í hús í ár. 






Venja á Kollafirði

So løgið tað ljóðar, búgva allir sum manna Árnfirðingin í miðstaðarøkinum.

Tí hava teir tikið avgerð um, at Árnfirðingur kemur at halda til í Kollafirði í ár.

- Hetta er ein góð loysn, sigur Julius. - Hóast vit ikki venja í Árnafirði, er tað eingin ivi um, at vit rógva fyri Árnafjarðar Róðrarfelag og Árnafjørð. 



Steypið manglar:

- Í ár skal tað verða, sigur ídni rógvarin hjá árnfirðingum, Julius Steffensen, sum her situr á lærbrekki stýriborðsmegin umborð á Árnfirðingi

Mynd: arf.fo