? Vit fingu fyrispurning frá innflytaranum í Danmark, um vit vildu átaka okkum Mazda-umboðið í Føroyum, og vit tóku av.
Soleiðis sigur Øssur Johannesen, sum eigur og rekur Bilasøluna v/Øssur Johannesen í Hoyvík. Hann selur frammanundan Audi, VW og Seat.
? Vit taka við umboðnum 1. juli, og tað fyrsta, vit fara at leggja okkum eftir, verður at veita kundanum bestu tænastuna. Sum Mazda-umboð, so verða tað vit, sum eftir 1. juli skulu umsita allar garanti-uppgávur fyri Mazda, sigur Øssur Johannesen, sum væntar, at tey viðvíkjandi bilasølu fara at hava eina bleyta byrjan, tí Berg Motors hevur fleiri bilar og eykalutir á goymslu, sum tey uttan iva fara at selja fyri kappingarførar prísir.
Síðani 1967 hevur Johannes Berg selt Mazda bilar í Føroyum. Hann er av sonnum The Gran Old Man innan føroyska bilasølu, tí við Mazdabilunum kom verulig ferð á privatbilasøluna í Føroyum.
Hóast tað hevur ljóðað eina tíð, at sáttmálin hjá Berg Motors um sølu av Mazdabilum hevur verið uppsagdur, so kom tað óvart, at Jóhannes Berg ikki longur skal selja Mazdabilar.
Øssur Johannesen sigur, at tað er í fullari semju við Audi, VW og Seat innflytararnar í Danmark, at hann nú eisini fer at selja Mazda í Føroyum.
Johannes Berg breyt rættuliga upp úr nýggjum, tá hann kom til Føroya við fyrsta Mazda-bilinum, sum var púrasta ókendur í Norðanlondum tá. Johannes Berg gjørdist Mazdaumboð í 1968, og var Mazda mest seldi bilur í Føroyum øll sjeytiárini - og var Johannes Berg eisini ímyndin av Mazdabilunum.
Tað verður ofta sagt, at við Mazdasølunu hjá Johannes Berg byrjaði »privat-bilaøldin« í Føroyum av røttum, tí tá tók sølan dik á seg. Sama árið var reglan tikin av um, at tú skuldi hava valutaloyvi fyri at innflyta bilar.










