Nú skal Skála standa sína roynd

NSÍ var fyrsta liðið, sum koppaði oddaliðnum, og nú hevur NSÍ mikukvøldið møguleika við sigri á HB í Gundadali at blanda seg orduliga upp í oddastríðið

8. UMFAR SAMANUM

Í góðveðrinum mikukvøldið var síðsti dysturin í næstsíðsta umfarinum undan summarsteðginum. NSÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti Skála. Harvið hava øll liðini tapt í hvussu so er eina ferð. Skála er framvegis oddalið. Teir hava sama stigatal sum HB, men teir varðveita oddasessin, tí teir vunnu innanhýsis uppgerðina.
Bæði fyri Skála og HB verða næstu dagarnir rættuliga áhugaverdir og avgerandi fyri, hvussu støðutalvan fer at síggja út í summarsteðginum. Skála skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá fæst fyrsta ábendingin um, um fyrsta tapið í landskappingini hevur havt nakran skaða við sær. Skála venjarin, Johan Nielsen, minnist væl, hvussu tað gekk hjá GÍ, tá ið teir fyri nøkrum árum síðani kollsigldu eftir fyrsta tapið, eftir at teir høvdu vunnið allar dystirnar í fyrru leikhálvu.
Við sigrinum á Skála fekk NSÍ orduliga um endan. NSÍ er á aldukambinum, eftir at teir burturúr seks teimum seinastu umførunum hava fingið sekstan stig. Hvussu væl tað veit við hjá NSÍ fer at verða staðfest í Gundadali mikukvøldið. Orsaka av Intertoto Cup uppgerðini hjá NSÍ ímóti Esbjerg í morgin er landskappingardysturin í 9. umfari millum HB og NSÍ ikki á skránni fyrrenn mikukvøldið. Tá fara nummar tvey og trý at spæla, og tá fer møguligur NSÍ sigur at bera við sær, at teir kunnu lyfta sær upp um HB.
Um gongdin í seinnu leikhálvu fer at verða tann sama, sum hon hevur verið higartil í ár, so verður talan um rættuligt finaluumfar, tá ið 18. og síðsti leikdagurin upprennur 2. oktober. Tá skulu NSÍ og HB spæla í Runavík, har HB tryggjaði sær meistaraheitið fyri tveimum árum síðani, og tá skal Skála spæla torføran útidysti á Eiði.
Umframt Skála, HB og NSÍ eru tað VB og kanska B36, sum liggja væl fyri. Higartil hevur B36 verið stóra spurnartekini. Mánakvøldið skulu teir spæla á Svangaskarði, og VB skal á Jóansøku leygarkvøldið spæla á Vágseiði ímóti GÍ.
GÍ og B68 eru tvey av fýra feløgum, sum tað hevur hilnast stak illa hjá. Hini bæði eru ÍF og KÍ. Hesi bæði hittast í Fuglafirði sunnudagin.
Sum tað áður hevur verið nevnt í hesum teigi, so er kappingin hjá heimligu fótbóltsliðunum ógvuslig í hesum døgum. Tað er órímuligt at sammeta leikliga avrikið á føroysku graslíkisvallunum við tað, sum er at síggja í sjónvarpinum úr Portugal. Men spenningurin er ikki minni í Føroyum.
Í næstu viku fara flestu fótbóltsliðini í summarfrí. VB, HB, ÍF og NSÍ mugu bíða inntil annan sunnudag, tá tey skulu spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini.
Hjá teimum, ið eru best fyri, ræður um at varðveita góðu gongdina eftir summarfrítíðina. Hjá teimum, sum tað hevur hilnast minni væl hjá, fer steðgurin ivaleyst at verða nýttur til sjálvsrannsókn. Ein spurningur er, um tað er neyðugt, og um tað ber til at fáa spælarastyrk aðra staðni frá. Ein annar spurningur er, um venjingarstøðan hevur verið nóg góð, og hvat skal gerast fyri at betra um hana.
Í dag verður lutur kastaður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrstu innleiðandi umførunum í Europa Cup kappingunum. Umboð fyri HB, B36 og B68 eru í Sveis. Higartil hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá føroyskum feløgum, tá ið tey hava roynt seg í Europa. Á middegi í dag fæst fyrsta ábendingin, um tað verða betri vánir fyri tí hesa ferð. Hvør skal verða umboðaður í Sveis um eitt ár verður ikki greitt fyrrenn eftir Mikkjalsmessu. Men eftir 9. umfarið verður lættari at meta um, um nú skálamenn og NSÍ fara at hava møguleika at geva HB ein skarpan gang í FM kappingini.