Enska felagið, Leicester City, sum í fjør ógvuliga óvæntað streyk avstað við enska meistaraheitinum, koyrdi fyri gott og væl tíggju døgum síðani meistaravenjaran, Claudio Ranieri.
Ein avgerð, sum elvdi til stórt kjak, tí fleiri hildu at Ranieri átti at fingið ein longri snór í felagnum, tá liðið farna kappingarár yvirpresteraði stórt í mun til tað sum fólk væntaðu áðrenn.
Men síðani útskiftingina á venjarapostinum, hevur gingið sum eftir ánni hjá Leicester. Teir vunnu fyrst á heimavølli móti Liverpool í einum sannførandi avrikið, og um vikuskiftið vunnu teir aftur, tá teir vunnu 3-1 móti Hull.
Og nú er greitt, at maðurin sum hevur avloyst Claudio Ranieri sum fyribils venjari í Leicester, Craig Shakespeare, nú skal taka sær av liðnum permanent til kappingin endar í mai.
Craig Shakespeare hevur annars verið hjálparvenjari hjá Claudio Ranieri í Leicester frammanundan. Eitt sindur margháttligt er tí, at ævintýrið hjá Leicester City framyvir skal skrivast av venjaranum við tí navnframa eftirnavninum, Shakespeare.