Nú skal samráðast um heilsurøktararnar

Sáttmálakrøvini handað Fíggjarmálaráðnum

Heilsurøktarafelagið hevur í vikuni handað lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum sáttmálakrøv síni. 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið komu eftir mikið strev ásamt um nýggjan sáttmála farna vikuskifti, og næst á skránni er sáttmálin við Heilsurøktarafelagið.

– Í summar gjørdi Heilsurøktarafelagið semju við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri tey, ið starvast í eldraøkinum, sum eru fevnd av sáttmálanum hjá felagnum, og nú er hol sett á lønar- og sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið, fyri tey sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og á Almannaverkinum, ið eru fevnd av sáttmálanum hjá Heilsurøktarafelagnum, sigur Heilsurøktarafelagið. Fundur millum partarnar er settur at vera í næstu viku.

 

Í sáttmálanum, ið Heilsrøktarafelagið gjørdi við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, var ein trý ára sáttmáli, ið bygdi á hesar lønarhækkingar:

Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56% 

Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05% 

Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25%