Býráðið hevur longu játtað 75.000 kr. til hetta arbeiðið á fíggjarætlanini fyri 2007. Nú er so ætlanin at fara til verka.
Mentamálanevndin hevur skotið upp at velja eina nevnd við fýra fólkum at standa fyri arbeiðinum. Og á býráðsfundi fyri páskir varð tikið undir við hesum uppskotinum. Hesi fýra eru: Arne Nørrevang, Freydis Poulsen, Ditlev Róin og Petur Martin Petersen.
Nevnast kann, at 1. august komandi ár eru liðin 90 ár síðani Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.