Í dag fóru bjargingarfólk undir at beina burtur vrakið av bingjuskipinum Rena, sum sigldi á ein boða nærhendis strondini við ta norðaru oynna í Ný Sælandi fyri skjótt einum ári síðani.
Tað 47.000 tons stóra skipið stóð á boðanum í fleiri mánaðir, men í januar brotnaði tað av um tvøran. Í apríl sakk afturskipið. Myndugleikarnir væntaðu, at forskipið fór at søkka eisini, men tá tað ikki er hent enn, hava myndugleikarnir nú gjørt av at beina tað burtur.
Skiparin og ein annar yvirmaður á Rena vórðu fyrr í ár dømdir sjey mánaðar fongsul fyri ósketni.
Fleiri hundrað tons av olju runnu úr skipinum og elvdu til ta størstu umhvørvisvanlukkuna í Ný Sælandi í fleiri áratíggju.