Nú skal rationaliserast - og byrjast skal úr erva?Aðalráðini skulu minka úr 9 til 6 ráð

Tað er einki hokus pokus við landsbúskapinum. Landbúskapurin kann samanberast við at halda hús. Tað ber ikki til hjá einum húsarhaldi í longri tíð at brúka meira pengar enn húsarhaldið forvinnur. Inntøkur og útreiðslur mugu yvir tíð javnviga, annars endar alt í einum ruðulleika.

?Útreiðslurnar at reka landið eru nógv vaksnar seinastu 10 árini. Hyggja vit eftir høvuðstølunum hjá landskassaroknskapinum vóru inntøkurnar hjá landskassanum í ár 2000 3.767 mió kr., meðan útreiðslurnar vóru 3.166 mió. kr.  Tað vil siga at húsarhaldið Føroyar í ár 2000 hevði eitt yvirskot áljóðandi 601 mió. kr. ?Síðani ár 2000 vaksa útreiðslurnar skjótt ár undan árið. Inntøkurnar vaksa eisini, men tær megna ikki at vaksa eins nógv og útreiðslurnar. Inntøkurnar í 2009 vórðu 4.535 mió. kr., meðan útreiðslurnar eru vaksnar til 5.223 mió. kr. Undirskotið hjá landskassanum var sostatt í 2009 688 mió kr. Hetta undirskot er vaksið við umleið 340 mió. kr. frá 2008 til 2009.
?Hetta má halda uppat?Nú fíggjarlógin fyri 2011 kemur fyri, so hevur tað stóran týdning, at føroyskir politikarar taka ábyrgd og hugsa um pengapungin hjá landinum. Politikarar mugu hyggja eftir, hvar tað almenna kann spara og rationalisera. Og brótast má úr nýggjum. Tað er ikki vaskikonan á gólvinum, sum ger munin í sparingunum. Allar sparingar og raktionaliseringar eiga at koma úr erva.  ?
Rationalisera úr erva?Í einum so lítlum landi sum Føroyum eiga vit at ansa væl eftir, at fyrisitingin virkar effektiv, smidlig og tænastuvinarlig. Samstundis sum hon er tilpassað tey umleið 50.000 fólkini, ið búgva í Føroyum. ?Tá talan er um rationaliseringar og sparingar eigur at verða byrjað úr erva. Tildømis kundi ein hugsað sær, at aðalráðini verða minkað úr tildømis 9 niður í 6 aðalráð. Hetta hevði bara forbetrað um bæði fyrisitingina sjálva og fakliga umhvørvið hjá fyrisitingini. ?Verða aðalráð løgd saman, verður tað nógv lættari at fáa samskipað ella lagt stovnar saman við effektiviseringum/sparingum fyri eyga.?
Vit kunnu taka eitt dømi?Vinnuøkið er í dag spjatt ímillum fýra aðalráð. Feðavinna liggur í Uttanríkisráðnum, fiskivinna liggur í Fiskimálaráðnum, búskapur liggur í Fíggjarmálaráðnum og hinir snøklarnir liggja í Vinnumálaráðnum. Øll, sum arbeiða í almennu fyrisitingini, vita, hvørjir trupulleikar standast av, at eitt øki verður spjatt ímillum fleiri landsstýrisfólk. Tað er mangan tungt og trupult at fáa ting í lag. Heldur átti at verið gjørt eitt Búskapar- og Vinnumálaráð, sum umsat alt vinnu- og búskaparøkið. Hetta ráð hevði veruliga kunna verið rikið effektivt, og ráðið kundi spært einar 20 mió. kr. bara á ráðstiðið umframt munandi effektiviseringar/sparingar á undirliggjandi stovnum.?Somuleiðis kundu Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið verið løgd saman til eitt ráð, og tað sum so var eftir av Uttanríkisráðnum kundi verið lagt aftur til Løgmansskrivstovuna.?Oddafiskarnir í politikki eiga at vera sína uppgávu vaksnir og fara ígongd við rationaliseringarnar nú áðrenn valið.