Nú skal prísur setast á útoyggjarnar

Nú skal prísur setast á, hvat tað kostar at útbyggja útoyggjarnar í Føroyum.

Tað er eitt endamál við almennari ráðstevnu, sum verður á Hotel Føroyum í Havn seinnapartin fríggjadagin.

Tað er Útoyggjafelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni, har ætlanin er at viðgera framtíðina á útoyggj.

Tað verður Landsstýrismaðurin í újaðaramálum, Kári P.Højgaard, sum setir ráðstevnuna, har ætlanin er at lýsa nakrar av teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.

Á ráðstevnuni fer Eyðun Eliasen, landbúnaðartøkningur, bóndi og umboðsráðslimur í Útoyggjafelgnum at viðgerða spurningin um, hvat tað kostar at dagføra undirstøðukervið á útoyggjunum.

Mest brúkta undanførslan fyri ikki at stuðla upp undir útoyggjamenning, er, at tað er ov kostnaðarmikið.

Tey flestu gera kostnyttu roknistykki fyri at koma til ta niðurstøðu, at tað er meiningsleyst at byggja útoyggjarnar út.

- Nú gera vit eina roynd at seta prís á útoyggjarnar og at meta um, hvat tað hevði kostað landi og kommunum at bygt útoyggjarnar út, sigur Útoyggjafelagið.

Á ráðstevnuni fer Poul Michelsen, løgtingsmaður, at umrøða tær avbjóðingar, sum útoyggjarnar standa fyri og hann fer at reisa spurningin um at gera útoyggjarnar til eina landskommunu.

- At menna útoyggjarnar er ein avbjóðing, ið krevur serligar og ofta øðrvísi loysnir.

- Skulu Føroyar varðveita útoyggjarnar, eiga tær at verða viðurkendar sum serliga viðkvom øki, og tí viðfarnar øðrvísi í einari kommunusamanlegging?

Annars fer Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning at tosa um bygdarmenning og á ráðstevnuni fara tey eisini at greiða frá um tiltøk og verkætlanir, sum eru í gongd og koma at skapa arbeiðspláss á útoyggj.

Ein av hesum vinnum er ferðavinnan og tey fara eisini at tosa um, hvønn leiklut útoyggjarnar kunnu hava í eini framtíðar ferðavinnu.

Myndin er úr Skúvoy.