Nú skal plastið í Kyrrahavinum ruddast

Hollendskt felag hevur ment eina skipan, ið skal rudda stóru mongdirnar av plasti í havinum

Ein av heilt stóru avleiðingunum av dálkingini, vit menniskju útseta heimin fyri, er, at plastburturkast í risastórum mongdum savnast í havinum.

 

Tá plast kemur í havið, rekur streymurin plastið út í fimm stór øki í ymsu heimshøvunum, sum eisini verða kallað fyri “plastsuppurnar”.  

 

Um fáar dagar fer eitt hollendsk felag undir stóra verkætlan at rudda alt plastið í plastsuppuni í Stillahavinum burtur, veit Danmarks Radio at siga.

 

Felagið kallar seg The Ocean Cleanup, og málið er at rudda 50% av burturkastinum innan næstu fimm árini, og í 2040 skal 90% vera ruddað. 

 

The Ocean Cleanup hava ment eina skipan, sum skal savna um fimm tons hvønn mánað. Tað er eitt flótandi u-formað rør, sum við hjálp av vindi, streymi og aldum savnar plastið saman, sum so verður flutt á land við skipum frá Maersk Supply Service. Her ber til at síggja nærri lýsing av, hvussu skipanin riggar. Skipanin er ógvuliga dýr, og alt tiltakið tilsamans kemur at kosta um 157 milliónir krónur, sambært DR. 

 

Økið í Stillahavinum er á stødd við Týskland - faldað við fýra. Verkætalnin at rudda hetta byrjar, áðrenn ein vika er farin. 

 

Tað verður mett, at um 150 milliónir tons av plasti flóta í øllum heimshøvunum tilsamans. Plastið er ein stór hóttan fyri bæði fiskar, havdjór og fuglar, og tí eisini ein hóttan ímóti vistskipanini, sum vit menniskju eru partur av.