Nú skal okkurt henda

Maskinmeistararnir hjá SEV eru av álvara farnir at ótolnast inn á SEV og Fíggjarmálaráðið. Nú skal okkurt henda við teirra sáttmálaviðurskiftum, men teir halda framvegis fast við tann tvey ára sáttmálan, sum Karsten Hansen vrakaði.
Týsdagin vóru maskinmeistararnir hjá SEV á fundi við nevndina fyri at tosa um, hvat gerast skal við støðuna.
Zacharias Zachariassen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at limirnir umrøddu, hvørjar møguleikar felagið hevur at ávirka støðuna, og hvussu farast skal fram, men enn er ikki gjørt av, hvørji tiltøk verða sett í verk.
? Nú má okkurt henda. Vit kunnu ikki liva við hesi støðuni, sigur Zacharias Zachariassen.
Hann sigur, at limirnir umrøddu at leingja tann tvey ára sáttmálan, sum Karsten Hansen hevur vrakað, við einum ári. Lønarhækkingin tað síðsta árið skal tó ikki vera á eins høgum støði sum hini bæði árini.