Tvær ferður suður í høvuðsstaðin seinastu dagarnar góvu onga úrtøku. Eftir tap í Gundadali ímóti HB og B36 eigur NSÍ seinnapartin heimavøll ímóti EB/Streymi, sum í fyrsta umfari megnaði 1-1 við Løkin.
-Ímóti HB var tað vánaligt, meðan tað gekk væl betri ímóti B36, tá ið vit tó vórðu sektaðir orsaka tvey persónlig mistøk. Hugburðurin var góður, og hann skulu vit hava við okkum, nú vit eru í háborgini hjá okkum, sigur Árni Frederiksberg hjá NSÍ, og hann heldur fram:
-Vit vita, at EB/Streymur verður verjukent, og avbjóðingin hjá okkum er at lirka verjuna upp, sigur Árni Frederiksberg, sum orsaka av skaða ikki hevur verið á NSÍ liðnum seinastu ferðirnar.
Tað er møguleiki fyri, at Árni og Bárður J. Hansen, sum eisini hevur verið skaddur, vera millum teir fyrstu ellivu ídag.
Allir spælararnir hjá EB/Streymi eru tøkir. Undan kappingarbyrjan segði venjarin, Heðin Askham, at málið var at varðveita plássið í deildini. Talvan sigur, at tað sær út til at fara at eydnast, og venjarin er nøgdur:
-Liðið er væl skipað, og spælararnir kenna sín leiklut. Tað rokni eg við, at liðið og hvør einstakar spælari aftur fer at gera ídag, sigur Heðin Askham.