Nú skal morðið á Notorious B.I.G. kannast

Morðið á kenda rapparan Notorious B.I.G. skal nú kannast av nýggjum.

Eitt nýtt kanningarlið er sett at kanna málið, aftan á at ein dómari hevur avgjørt, at løgreglan í Los Angeles goymdi prógv í fyrru kanningini. Mamma rapparan og einkjan eftir hann Faith Evans hava ákært óargarligar løgreglumenn fyri saman við Death Row plátufelagsstjóranum Marion Suge Knight at hava dripið B.I.G. Hetta verður nú millum annað kannað. Løgreglan í Los Angeles er somuleiðis dømd at gjalda $1,1 millión fyri sakarkonstnaðin, skrivar Gaffa.dk.