Nú er stundin komin, at nýggja mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, skal standa sína roynd. Húsið varð handað tann 27. Mars og fyrsta almenna tiltakið í tí síðani tað varð handað, verður nevniliga nú mánadagin 8. mai.
Tá verður eitt tiltak við fjølbroyttum tónleiki fyri at vita, hvussu húsið roynist.
Tey, sum fara at spæla, eru Føroya Symfoniorkestur, Tvøroyrar Hornorkestur, Poul Arni Holm, og metalbólkurin, Asyllex, sum herfyri vann føroysku tónleikakappingina, Wacken Metal Battle.
Ólavur Rasmussen, leggur kortini dent á, at húsið er ikki liðugt. Tvørtur ímóti er hetta tiltakið eitt lið í fyrireikingunum til at gera húsið heilt liðugt og í hesum sambandi skulu ljóðviðurskifti, ljósviðurskifti, og onnur viðurskifti, roynast.
Endamálið við tiltakinum tann 8. mai, er fyrst og fremst at royna ljóðviðurskiftini í húsinum, og í tí sambandi verður eisini ljóðverkfrøðingur og serkøn í ljóðviðurskiftum, til staðar fyri at máta ljóðið.
Hann sigur, at skúlarnir í Suðuroy eru bodnir við til tiltakið, og tað eru búfólkini í Suðuroyar Bú- og heimatænastu, eisini. Men hann leggur dent á, at tiltakið er alment.
Men nær húsið kann sigast at vera heilt liðugt, er ikki heilt greitt enn, sigur Ólavur Rasmussen.
Næsta stóra tiltakið í húsinum aftan á konsertina 8. mai, verður tann 19. mai, tá ið Strandferðslan heldur sín 100 ára føðingardag í húsinum.










