Nú skal meldast til NM

Úttøkukappingin til NM-kappingina í innandurarógving verður á Giljanesi tann 25. november. Tilmelding til kappingina fer fram á heimasíðuni, www.drekin.fo, og koma kravtíðirnar til einstøku kappingarnar eisini at framganga á hesi síðu. Kappast verður í seks ymusm bólkum: 12 ár og yngri, 13 til 14 ár, 15 til 18 ár, opin bólkur, 35 ár og eldri og í eini liðkapping.