Nú skal Løgtingið atkvøða um framtíðina hjá Rigmor Dam

So leingi Rigmor Dam er landsstýriskvinna í Mentamálum, hava vit ikki álit á, at pengarnir, ið vit játta til Glasir, verður brúktir til tað rætta endamálið. Tað siga teir fýra løgtingsmenninir, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim løgtingsmenn.

 

Fyri eini løtu síðani løgdu teir uppskot fyri Løgtingið um misálit á Rigmor Dam. Teir vísa á, at Glasir, ið er dýrasta byggiverkætlan í landinum, har útreiðslurnar tátta í 700 milliónir krónur, lýkur ikki trygdarkrøv.

 

– Næmingar og starvsfólk kenna seg ótrygg, sjálvt um skúlin varð tikin í nýtslu í august mánaði. Hvørki tíðarætlanin ella kostnaðarætlanin hava hildið. Hóast boðað varð frá álvarsligum trupulleikum við byggingini, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum ikki latið við seg koma.

 

Undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 milliónir eru brúktar í heimildarloysi, umframt at tær sjey milliónirnar, ið Løgtingið játtaði til flagtekju, eru nýttar til onnur endamál.

 

Í januar í fjør staðfesti landsgrannskoðarin at játtanin til Skúladepilin er latin undir til Mentamál. Hann sigur eisini, at Mentamálaráðið hevur latið Landsverki ræðisrættin á játtanini,s men ábyrgdin fyri, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyri peningin, sum rindað er fyri, liggur hjá Mentamálaráðnum.

 

Síðani málið um meirnýtsluna, sum heimild ikki var til, kom fram alment, hevur landsstýrismaðurin, ferð aftan á ferð, sagt ábyrgdina frá sær, hóast hon gekk á odda, tá skúlin varð tikin í nýtslu í summar.

 

Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrismonnunum vil kortini ikki staðfesta ábyrgdina av meirnýtsluni. Hann letur bara standa til, hóast pengar eru brúktir í heimildarloysi og tað er ólógligt. Løgmaður eigur at røkja sína eftirlitsskyldu, men tað ger hann ikki, siga teir fýra løgtingsmenninir.

 

– Løgmaður hevur í miðlunum víst til Landsverk, ið hevur givið arkitektunum skyldina. Í dag er stjórin í Landsverki loystur úr starvi, fyri at løgmaður skal sleppa undan at taka politiska ábyrgd. Hetta er at rætta bakara fyri smið, sum løgmaður so væl segði í fjølmiðlunum.

 

– Andstøðan ynskir at fáa byggingina avgreidda skjótast gjørligt, men hevur ikki álit á, at pengarnir, sum verða játtaðir, fara til endamálið, so leingi sum einki landsstýrisfólk hevur ábyrgd av byggingini.

 

– Vit mugu sleppa undan stillstøðuni. Av tí at løgmaður ikki røkir sína eftirlitsskyldu, kennir andstøðan seg noydda at leggja misálit fram, so Løgtingið kann staðfesta ábyrgdina og játta neyðugu pengarnar, siga teir fýra løgtingsmenninir.