- Nú vilja vit hava heilt greið boð frá løgmanni um hann veruliga meinar nakað herrópið um at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
Tað sigur Ingrid Henriksen, javnaðarkvinna í Havn og limur í javnstøðubólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
Ein bólkur av javnaðarkvinnum úr øllum landinum hevur nú biðið løgmann um fund fyri at fáa hann at virka fyri at fáa fleiri kvinnur í politikki.
Men møguliga koma kvinnur úr øðrum flokkurin eisini við í bólkin, sum skal hava fund við løgmann.
Álvari ella sápubløðra
Løgmaður og Javnaðarflokkurin hava javnan og savnan ført fram, hvussu stórur tørvur er á at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
Og nú vilja javnaðarkvinnur hitta hann andlit til andlits fyri at fáa greiði á, um hann veruliga meinar nakað við tað.
- Meinar løgmaður nakað við at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, hevur hann nú eitt einastandandi høvið til at gera nakað við tað beinanvegin, so at vit longu frá hesum løgtingsvalinum, ið stendur fyri durum, kunnu fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sigur Ingrid Henriksen.
Tað, sum hann hugsar um er grein 18 í vallógini, sum gevur einum flokki loyvi til at stilla fleiri listar upp í sama valdømi.
Men í teimum førum, at tað er brúkt, hevur vallógin verið tulkað soleiðis, at listarnir verða mettir sum tveir listar og at atkvøðurnar sostatt verða taldar hvør sær.
Tað kann gera tað torførari hjá flokkum við fleiri listum at fáa umboð á ting.
Trygd frá løgmanni
Tað, sum Javnaðarkvinnurnar vilja hava, er at fáa løgtingið at staðfesta, at hevur ein flokkur fleiri listar í einum vadømi, skulu listarnir metast sum ein og at atkvøðurnar sostatt skulu teljast saman.
Og tað er hetta, sum javnaðarkvinnurnar vilja tosa við løgmann um.
- Vit vilja hava løgmann at tryggja okkum, at ein politisk avgerð verður tikin um at atkvøðurnar verða taldar saman, longu frá hesum valinum at rokna, sigur Ingrid Henriksen.
Hon sigur, at svarið frá honum fer at avdúka, um hann veruliga meinar nakað við tað, tá ið hann vil hava fleiri kvinnur upp í politikk.
Hon ivast ikki í, at verða atkvøðurnar taldar saman, fara vit at fáa ein kvinnulista burturav hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy og kanska aðrastaðni við.
Men hóast úrslitið verður, at atkvøðurnar ikki vera taldar saman, vil hon ikki útihysa, at kvinnulistar verða stillaðir upp kortini.
- At stilla kvinnulistar upp, er besti mátin at styrkja kvinnuligu umboðanina á løgtingi beinanvegin og tí vilja vit hava greiði á málinum nú, sigur Ingrid Henriksen.