Nú SKAL koyrikortið verða umbýtt!

Aftan á 31. desember í ár verður gamla føroyska koyrikortið ógildugt - bæði í Føroyum og uttanlands.

Bileftirlitið hevur nú fleiri ferðir lýst í fjølmiðlunum og heitt á fólk um at minnast til at býta gamla koyrikortið um við eitt nýtt í ES-sniði.

Men lítið nyttar. Tað er soleiðis, at koyrikortið skal í seinasta lagi verða umbýtt føðingardagsmánaðin; men heitt verður eisini á øll, sum skulu uttanlands, at býta koyrikortið um í góðari tíð. Avgreiðslutíðin kann verða upp til tveir mánaðir, og Bileftirlitið ætlar ikki at seta eyka fólk ella at stytta um summarfrítíðina hjá stovninum fyri at avgreiða koyrikortini.

Nevnast kann, at Føroyingar uttanlands hava havt stórar trupulleikar av gamla koyrikortinum, tí serliga teir yngru løgreglumenninir kenna tað als ikki.

Kelda: Ferðslutrygd

www.rff.fo