Nú skal koyrikortið talgildast í Danmark

Í framtíðini skal mann kunna hava sítt koyrikort á einari app á snildfonini

Alt tað, mann fyrr hevði í sínum pengapungi, hevur mann eftir hondini nú møguleika at hava á sínari snildfon. Í framtíðini skal mann í Danmark kunna hava sítt koyrikort á einari app á snildfonini. Tað leggur danska stjórnin upp til nú, skrivar Børsen. 

 

Við at hava koyrikortið á sínari snildfon sleppur mann m.a. frá at stúra fyri, um mann hevur forlagt sær kortið. Eisini verður lættari og skjótari at dagføra koyrikortið.

 

Komandi talgilda koyrikortið fer ikki at merkja, at tað fysiska laksalitta kortið fer í søguna (enn), og tað verður sostatt møguleiki at brúka bæði. 

 

Hetta er partur av einari størri ætlan, har fleiri samleikaprógv skulu talgildast, harímillum eisini sjúkratryggingarprógvið.

 

Alsamt fleiri tænastur og loysnir verða so við og við talgildaðar, og Føroyar plaga at fylgja við hesari gongdini. Talgilda koyrikortið verður tí allarhelst eisini ein veruleiki í Føroyum um nøkur ár. Talgildu Føroyar lótu longu í fjør upp fyri møguleikanum um eitt talgilt samleikaprógv, sum seinni kann virka sum eitt talgilt koyrikort.

 

Tann nýggja koyrikortsappin verður eftir ætlan klár í Danmark um tvey ár.