Nú skal KÍ vísa seg

KÍ skal um vikuskiftið vísa, at liðið veruliga ætlar sær uppflyting til bestu deildina. KÍ fær vitjan av oddaliðnum HB

Klaksvíkingar, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð, spæla við sínum besta liði í næstbestu fótbóltsdeildini, hava fingið fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini í ár.

Nú bíðar stóra uppgávan ímóti oddaliðnum í 1. Deild, HB, sum er einasta liðið við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini.

HB setti seinast TB upp á pláss, og nú fáa klaksvíkingar høvi at vísa, um teir veruliga ætla sær uppflyting til bestu deildina í ár. Dysturin millum KÍ og HB verður spældur í Klaksvík leygardagin klokkan 15.00.

TB fær hetta vikuskiftið vitjan av EB/Streymi, 07Vestur spælir ímóti AB á heimavølli, og FC Hoyvík skal vitja hjá Víkingi. Seinasti dysturin er ímillum grannarnar B68 og NSÍ.

rolant@sosialurin.fo