Nú skal KÍ standa sína roynd

Møguleiki er fyri broytingum í uppstillingini, nú klaksvíkingar í tveimum umførum skulu prógva fyri sær sjálvum, at heimavøllurin kann roynast betur, enn hann gjørdi í fjør

Hóast munurin á B36 og KÍ ikki var serliga eyðsýndur í Gundadali sunnudagin, so vóru klaksvíkingar ikki nøgdir við leikliga avrikið. KÍ tapti 1-0, og tyngdin í álopspartinum var lítil og samanspælið hekk einki serligt saman.
Nú fær KÍ tveir møguleikar at rætta upp á tingini. Skírisdag fer VB/Sumba at vitja í Klaksvík, og 2. páskadag fara uppflytararnir í B71 norður um Leirvíksfjørð.
Í fjør vóru hagtølini syndarlig hjá KÍ á heimavølli. Semja er í Klaksvík um, at um vón skal verða fyri líkinda plasering í ár, so er alneyðugt at fáa størri úrtøku á heimavølli, og so er serliga neyðugt at vinna heimadystirnar ímóti teimum liðunum, sum KÍ verður roknað at vera upplagdur favorittur ímóti.
Fótbóltslagið í Klaksvík er framvegis gott, og vónirnar eru framvegis góðar. Allir teir, sum vóru í Gundadali sunnudagin, eru tøkir undan Skírisdegi. Verjuspælarin Kareem Smith var orsaka av skaða ikki við ímóti B36. Hann er farin aftur at venja, men hann verður ikki við í morgin.
Tað kann ikki útilokast, at onkrar broytingar og justeringar fara at verða gjørdar á KÍ liðnum, men hvørjar tær møguliga fara at verða, bar tað ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um í morgun.