Nú skal ákærdi læknin fyri rættin

Læknin, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 10 kvinnur, skal møta í rættinum í næstu viku.

Níggju dagar eru settir av komandi tríggjar vikurnar til rættarmálið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur, sum hava verið í viðtalu hjá sær.

 

Tað er í samband við undirlívskanningar, at maðurin skal hava gjørt seg inn á kvinnurnar.

 

Tað vóru 18 kvinnur, sum høvdu meldað mannin, men í fimm av førunum var málið longu fyrnað, meðan í einum føri er málið burturlagd, tí ákæruvaldið ikki metir tað vera prógvað, at nakað revsivert er farið fram.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at ein av orsøkunum til, at málið hevur tikið so drúgva tíð at viðgera, er, at tað alla tíðina eru fleiri kvinnur, sum hava vent sær til løgregluna og sagt, at tær hava kent seg misbrúktar av kommunulæknanum. Í onkrum førum eru kvinnurnar komnar av sínum eintingum, meðan í onkrum einstakum føri hava kvinnurnar nevnt aðrar kvinnur í politiavhoyrunum, sum møguliga hava verið fyri tí sama av læknanum. Tvær av kvinnunum hava vent sær til løgregluna so seint sum várið 2016.

 

Í tveimum teimum nýggjastu málunum hava kvinnurnar vent sær til løgregluna heilt, stutt eftir undirlívskanningarnar, onnur nakrar dagar seinni, hin longu dagin eftir. Hinar kvinnurnar hava fyrst og fremst givið ljóð frá sær, eftir at tær hava hoyrt um málið í fjølmiðlunum.

 

Ákærurnar móti manninum strekkja seg yvir eitt tíðarskeið upp á sjey ár, frá 2007 til 2014. Maðurin verður ákærdur fyri fleiri lógarbrot. Álvarsamasta ákæran er, at hann skal hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við tveimum kvinnum. Hann verður eisini ákærdur fyri blygnaðarskemd og fyri at hava misbrúkt sítt embæti.

 

Læknin og allar kvinnurnar skulu avhoyrast, umframt onnur vitni og hugsandi er, at øll næsta vika og eini tveir, tríggir dagar í aðru viku fara til avhoyr og at leggja skjøl og annað fram. Í triðju viku, 6. og 7. februar, fáa ákærin og verjin so høvi at gera sínar endaligu viðmerkingar til málið, áðrenn málið verður tikið upp til dóm.

 

Revsiramman fyri grovastu lógarbrotini, sum læknin er ákærdur fyri, er fýra ár, meðan fyri linari lógarbrotini er revsiramman upp til tvey og trý ár.