Fólk skulu ikki hava rætt til at hanga í haganum, sum tey vilja.
Tað halda bæði Bóndafelagið, sum er felagið hjá føroyskum bóndum, og Óðalsfelagið, sum er felagið hjá teimum, sum eiga jørð.
Nú ætlanin er at seta nýggja stjórnarskipan í gildi í Føroyum, er ætlanin at rætturin hjá fólki at ganga í haganum, skal tryggjast í sjálvari stjórnarskipanini. Tað skal kortini ikki vera “fólki, fæi ella náttúru til ampa”, sum tað stendur
Men hetta eru tey, sum eiga jørðina, og tey, sum umsita jørðina, púra ósamd í.
Niels Petersen, formaður í Óðalsfelagnum, hevur sagt sína hugsan um hetta og hjá honum er ongin ivi um, at hendan greinin í stjórnarskipanini skal strikast. Hann sigur at tey í Óðalsfelagnum kunnu ikki góðtakað, at hesin rætturin verður settur í stjórnarskipanina.
– Hetta gongur alt ov tætt at ognarrættinum sum skal verða friðhalgaður, tí hví skulu óðalsfólk geva evsta rætt frá sær í bø og haga, spyr hann. Hann heldur, at hetta er serliga galdandi, nú vit síggja avleiðingarnar av tí vaksandi ferðavinnuni.
Hann sigur, at tey hava eisini tosað við óðalsmenn í Noregi og í Íslandi, sum føla seg at hava mist síni rættindi í egna haga.
– Teir føla seg meiri sum gestir á egnum lendi, sigur Niels Petersen frá teimum.
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, heldur, at tað má standa til tann, sum eigur, ella varðar av haganum, at gera av, um fólk kann fara í hagan, ella ikki. Tí mælir eisini Bóndafelagið til, at ásetingin um hvørsmansrættin at fara í hagan, verður tikin burtur.