Nú skal HB siga takk fyri seinast

Tað eru ikki meistararnir í HB, sum hava hagtølini á sínari síðu, tá ið sandoyingar seint seinnapartin sunnudagin fara at vitja í Gundadali. B71 og HB hava dystast tvær ferðir fyrr í summar, og sandoyingar hava báðu ferðirnar fingið fult. Í 2. umfari eyðmýktu uppflytararnir meistararnar fullkomuliga. B71 vann 3-0 í Gundadali, og tá ið HB í 12. umfari vitjaði á Sandi, var B71 aftur omaná. Sandoyingar vunnu ta ferðina 2-1.

Síðani eru tingini vend á høvdið. Nú HB fær vitjan av B71, eru havnarmenninir rættiliga væl fyri, meðan úrtøkan hjá B71 nógvu tær seinastu ferðirnar hevur verið lítil. FM vinnararnir eru á bronsuplássinum, og tvær tær seinastu ferðirnar hava teir lyft seg nærri oddaliðunum.

B71 hevur bara fingið eitt stig tilsaman fýra tær seinastu ferðirnar. Sandoyingar hava spælt seg til møguleikar, men teir hava ikki verið stinnir frammanfyri mótstøðumálunum.