Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og harvið tann, sum eisini hevur ábyrgd fyri veðurtænastuni, at hann fer at royna at finna pengar til ein føroyska veðurstovu á komandi fíggjarlóg.
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt álit og sigur, at tað er ikki torført at fáa fatur á føroyskum veðurfrøðingum at manna veðurstovuna.